×

Um okkum

Opdateret 6. december 2018

Landslæknaembætið er stovnur undir heilsumálaráðnum hjá danska statinum, fakliga knýttur at Styrelsen for Patientsikkerhed.

Landslæknaembætið verður røkt av Lars Fodgaard Møller og trimum landslæknavikarum úr Danmark, sum røkja uppgávurnar i skiftum. Harafturat eru tveir partíðarsettir skrivarar.

Liljan Midjord
lmi@stps.dk

Lona Johansen 
lpj@stps.dk

Landslæknin ráðgevur danska statinum, Føroya Landsstýri og kommununalum myndugleikum í læknaligum, heilsufrøðiligum, umhvørvisligum og sosialmedisinskum viðurskiftum.

Landslæknin hevur vegna danska Heilsustýrið eftirlit við tí heilsufakliga virksemi, ið lóggild heilsustarvsfólk (læknar, sjúkrasystrar, fysioterapeutar o.o.) útinna í Føroyum. Landslæknin veitir stuðul til rættar- og løgreglumyndugleikar í rættarlæknaligum og líknandi málum. Harumframt ger landslæknin árliga heilsulýsingar, sum einamest eru grundaðar á hagfrøðiligar fráboðanir til Landslæknaembætið.

Meira kunning fæst við at trýsta á eitt av leinkinum til vinstru ella við at lesa okkara Heilsulýsingar. Hesar eru at finna við at trýsta á leinki ”útgávur” Nýggjasta útgávan er Heilsulýsing Landslæknans 2014.

Bygnaður - Styrelsen for Patientsikkerhed