×

Dagføring av vegleiðig um medisinskt kannabis

24. januar 2019

Landslæknin hevur í januar 2019 dagført vegleiðingina, við leiðbeining til læknar um, hvussu teir kunnu útskriva medisinskt kannabis. Dagføringin er grundað á nýggjar reglur í sambandi við koyring og nýtslu av medisinskum kannabis. 

Her er dagførda vegleiðingin

Enn er støða ikki tikin til, um danska 4-ára royndarskipanin skal setast í verk í Føroyum, men læknar í Føroyum kunnu longu útskriva medisinskt kannabis og hetta kann framhaldandi verða nýtt í viðgerðini av ávísum sjúklingabólkum. 

Landslæknin mælir til, at roynt verður við øllum viðkomandi góðkendum heilivági,  áðrenn roynt verður við medisinskum kannabis. Hetta er grundað á, at prógv viðvíkjandi virknaði og trygd eru meira víðfevnd fyri góðkendan marknaðarførdan heilivág enn fyri medisinskt kannabis.