×

Medisinskt kannabis

28. maj 2019

Í Danmark bleiv ein royndarskipan við medisinskum kannabis sett í gildi 1. januar 2018, so sjúklingar við ávísum viðgerðarorsøkum kunnu viðgerast við medisinskum kannabis, ið ein lækni útskrivar.

Higartil hevur tað bert verið møguligt at nýta apotekframleitt (magistrelt) kannabis í Føroyum, men seinast í apríl mánaði 2019 hevur landsstýriskvinnan í heilsumálum givið loyvi til, at allur kannabistilbúningur, ið er atkomiligur í Danmark í sambandi við donsku royndarskipanina eisini skal verða atkomiligur í Føroyum.

Her er dagførda vegleiðingin