×

Kærur

Opdateret 19. november 2018

Tú kann kæra um heilsufakligt virksemi hjá einstøkum heilsustarvsfólkum, um tú metir, at hetta ikki hevur verið nøktandi. Talan kann t.d. vera um ónøktandi sjúkugreining, ónøktandi viðgerð ella ónøktandi ráðgeving og vegleiðing. Kærur av hesum slag skulu sendast til Styrelsen for Patientklager ella umvegis Landslæknan.

  • Landslæknin skal heinta journal og annað viðkomandi tilfar í málinum inn.
  • Heilsufólk, ið eru íblandað í málið fáa møguleika at úttala seg um teirra fatan av tilburðinum/gongdini.
  • Landslæknin ger ein samandrátt av øllum upplýsingunum og sendir málið till Styrelsen for Patientklager, har kæran verður viðgjørd.

Les meira um tínar kærumøguleikar sum sjúklingur á heimasíðu Heilsu- og Innlendismálaráðsins.

Oyðublað til kæru um viðgerð ella skjalainnlit í heilsuverkinum

Oyðubløð (viðv. endurgjaldi) til Patienterstatningen