×

Eftirlit

26. april 2016

Eftirlit við heilsustarvsfólki

Landslæknin hevur eftirlit við fakligum virksemi og førleika hjá heilsustarvsfólki. Virkisánararnir hava almennu ábyrgdina av rakstrinum og góðskuni av veitingunum í heilsuverkinum. Heilsumálaráðið hevur almennu ábyrgdina av sjúkrahúsunum og Heilsutrygd hevur ábyrgdina av m.a. kommunulæknunum. Kommunurnar hava ábyrgdina av m.a. røktarheimum og heimarøktini. Tað er ábyrgdin hjá virkisánarunum at tryggja, at starvsfólkini hava røttu førleikarnar og løggilding til tey størv, tey røkja.

Orsøkir sum kunnu føra til at Landslæknin hevur eftirlit við einum starvsfólki

Fær Landslæknin eina fráboðan um at eitt heilsustarvsfólk kann verða til ampa fyri sjúklingatrygdina, verður eitt eftirlitismál sett í gongd. Landslæknin ger nýtslu av ymsum keldum til tess at kunna seg um møguligar trupulleikar við sjúklingatrygdini. T.d.:

  • Kæruavgerðir frá Styrelsen for Patientsikkerhed við atfinningum móti ávísum heilsustarvsfólki
  • Áheitarnir við ampa frá t.d. sjúklingum, avvarandi, starvsfeløgum, sjúkrahúsum, røktarheimum, avvenjingardeplum og løgreglu.
  • Eftirlit við viðgerðarfyriskipanum (ordinatiónum).
  • Rættarlæknalig líksýn
  • Umrøður í miðlunum

Eftirlit við viðgerðarfyriskipanum (ordinatiónum)

Apotekini hava skyldug at kanna eftir, um læknar sum útskriva heilivág, ið viðføra bundinskap, hava fulla løggilding.

Landslæknin kannar eftir, um læknar útskriva ovurstórar nøgdir av heilivági.